UEFA revsar Sergio Ramos

Liðskiparin hjá Real Madrid hevur fingið longt leikbann

UEFA boðar í dag frá, at Sergio Ramos fær leikbann í tveir dystir í Champions League, tí hann í 2-1 sigrinum móti Ajax fekk sær gult kort við vilja. Hann verður nú ikki við í returdystinum móti Ajax, og heldur ikki í fyrru fjórðingsfinaluni, um Real Madrid kemur víðari.

 

Les eisini: UEFA kannar Ramos

 

Real Madrid skoraði sigursmálið móti dystarenda, sum ger at spanska høvðusstaðarliðið hevur góð kort á hondini undan returdystinum. Síðani ger Sergio Ramos eitt óneyðugt og ógvusligt fríspark, sum gevur gult kort. Hetta ger, at hann skal sita yvir í returdystinum, men síðani ikki skal hugsa um leibann í eini møguligari fjórðingsfinalu.

 

Fleiri hildu, at Sergio Ramos gjørdi tað við vilja, tí  Real Madrid er stórfavorittur at koma víðari. Spanski miðverjin hevði eisini eitt skálkabros, tá hann greiddi frá støðuni eftir dystin. UEFA hevur nú tikið støðu í málinum og revsað miðverjan við einum longdum leikbanni.