Umhugsa at selja Pogba

Dýri miðvallarin hevur sitið á bonkinum í Manchester United seinastu dystirnar.

Av tí at Paul Pogba hevur sitið á bonkinum hjá Manchester United nakrar av seinastu dystunum, so eru nærum sjálvsagt leysasøgur um, at hann verður seldur. Tað hevur eitt nú Daily Mirror skrivað um vikuskiftið.


Blaðið sigur seg vita, at leiðslan í felagnum er sinnað at umhugsa eina sølu av dýra franska miðvallaranum, um eitt nóg gott boð kemur upp á hann í flytingarglugganum í januar.


Fyrrverandi United-miðvallarin, Roy Keane, segði í sjónvarpsstovuni hjá Sky Sports í sambandi við dystin ímóti Liverpool í gjár, at hann ikki væntar at Paul Pogba verður seldur í januar.


- Tað eru trupulleikar við spælarum, sum týðiliga ikki eru í toppformi, og har er Paul Pogba ein teirra. Tá hann situr á bonkinum og ikki sleppur inn, so hugsar út, at dagarnir eru taldir, sigur Roy Keane.


- Eg vænti ikki teir gera nakað við Pogba í januar, men í summar kann tað verða, at hann verður seldur. Hann er farin úr United fyrr, so tað skal væl lata seg gera, sigur Roy Keane víðari við Sky Sports.


25 ára gamli Paul Pogba hevur sáttmála fram til á sumri 2021. Manchester United keypti hann úr Juventus í august 2016 fyri útvið 800 milliónir krónur.