Umhugsar at gevast

Video: 37 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus umhugsar at gevast

37 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus umhugsar at gevast, eftir at tað í gjár eydnaðist at vinna FM á fyrsta sinni við Víkingi.

 

Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

Hann sigur millum annað, at hevði hann skula tikið avgerðina her og nú, so hevði hann valt at hildið fram, men at tað kann broytast tá sigursrúsurin hevur lagt seg.

 

Les eisini: (Video) Samandráttur frá AB-Víkingur

 

Hans Jørgen Djurhuus spældi allan dystin á miðvøllinum á Víkingi í 3-1 sigrinum á AB, sum tryggjaði felagnum meistaraheitið.