Unglingi fer heim til 07 Vestur

Flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti lat aftur í gjárkvøldið. In.fo skrivaði fyrr í dag um danska verjuleikaran, sum HB hevur styrkt seg við, men teir vóru ikki einasta liðið, sum styrktu seg.

 

Oskar í Haraldsstovu Weihe, sum í fjør spældi við B36, fer í ár vestur í Vágar aftur. Hann er úr Sørvági og hevur spælt við 07 Vestur í barna- og ungdómsdeildunum. Hann spældi fyrst og fremst við u18-liðnum hjá B36, men eisini onkran einstakan dyst í 1. deild í fjør.

 

07 Vestur skulu í morgin spæla móti suðringum á heimavølli. Sunnudagin fingu vágamenn eitt stig í 1-1 javnleikinum móti AB á Argjum.