Uni Arge og Jens Martin: Eitt gott avrik

(Rás2) Hoyr gomlu landsliðshetjurnar, Una Arge og Jógvan Martin Knudsen taka samanum júst lidnu HM-undankappingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Samrøðu við gomlu landsliðshetjuna, Una Arge, sum í 37 landsdystum, árini 1992-2002 skoraði átta mál fyri Føroyar.


2) Samrøðu við gomlu landsliðshetjuna, Jens Martin Knudsen, sum vardi málið hjá Føroyum í 65 landsdystum, árini 1988-2006. Jens Martin hevur eisini verið fastur fúsur, sum viðmerkjari á Rás2, tá vit hava spælt heimadystir í undankappingum.

 

Uni Arge heldur, at Føroyar havi aldri havt eitt betri landslið enn nú, og hann heldur, at avrikini seinnu árini hava fingið neiligu kreftirnar, sum áður hava kravt, at Føroyar gevast at spæla altjóða fótbólt eru tagnaðar. 

 

Jens Martin Knudsen heldur, at talan hevur í tí stóra og heila verið talan um eina góða undankapping, har bert óhepnið hevur forðað okkum at fingið enn fleiri stig.