United er favorittur

Lutakast verður nú um hvussu kvartfinalurnar í Europa League skulu spælast.

 

Enska felagið Manchester United skal spæla móti Anderlecht. Tey hava seks ferðir spælt móti hvørjum øðrum í evropiskum kappingum. Liðini hava vunnið tríggjar dystir hvør. Tey eru eisini einastu liðini í kvartfinalunum, sum hava møtt hvørjum øðrum fyrr.

 

Hinir dystirnir eru:
Celta Vigo - Genk

Ajax - Schalke 04

Lyon - Besiktas

  

Fyrru dystirnir vera spældir 13. apríl og seinni 20 apríl. Finalan verður í Stockholm 24. mai.