United-fjepparar eru varnir optimistar (FM1)

(FM1) Hoyr Símun Samuelsen, Jákup á Borg, Árna Gregersen og Petur Asbjørn Lervig, United-fjepparar í fótbóltspanelinum á FM1

José Mourinho hevði koyrt seg fastan, og spælistílurin, ella mangulin uppá sama keddi fólk í hel. Tí var tað í tøkum tíma, at ein broyting kom í, og leiðslan í Manchester United valdi at kuta samstarvið við José Mourinho, ið hevur verið høvuðsvenjari hjá United í hálvttriðja ár nú. 

 

Fyribils høvuðsvenjari hjá Manchester United hetta komandi hálva árið er Ole Gunnar Solskjær, ið hevur legendustatus í United sum spælari, ikki minst sum ein innskiftur áleypari, ið skoraði nøkur avgerandi og minnilig mál. 

 

Úrslitaliga megnaði Mourinho at vinna Europa League og Liga Cup steypakappingina, men hetta kappingarárið hava verið sera fáir glottar.

 

Í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 hevði Tróndur Arge venjaraskiftið hjá United sum høvuðsevnið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum United-fjeppararnir: Símun Samuelsen, Jákup á Borg, Árni Gregersen og Petur Asbjørn Lervig høvdu at siga um venjaraskiftið. Teir eru varnir optimistar, men eingin av teimum væntar nakað undur. Men allir hava eina vón um, at United fer at spæla meira áskoðara- og hyggjaravinarligan fótbólt hetta hálva árið Ole Gunnar Solskjær verður høvuðsvenjari.