Leita á in.fo

Tróndur Arge 09.02.2019 (15:12)

United heldur fram at vinna

Manchester United vann í dag fyrsta dystin í 26. umfari í Premier League. Ole Gunnar Solskjær og hansara menn vunnu greiðan 3-0 sigur á útivølli móti Fulham.

 

Norski venjari hjá Manchester United bleiv í gjár valdur til besta venjaran í januar. Ein spælari, sum hevur blomstrað síðani nýggi venjarin kom til, er franski Paul Pogba. Hann skoraði tvær ferðir í dag. Fyrst í opnum spælari og síðani, tá Juan Mata bleiv feldur í brotsteiginum.

 

Millum tey bæði málini skoraði landsmaðurin, Anthony Martial, eitt framúr vakurt mál. Hann var eins og Paul Pogba ikki ein av favorittunum hjá José Mourinho. Við sigrinum hevur Manchester United fyribils yvirhálað Chelsea á fjórða plássinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her