United-leikari til Everton

170 milliónir krónur legði Everton á borðið fyri miðvallaran.

Everton hevur í longri tíð sýnt áhuga í einum Manchester United-miðvallara, sum hevur havt ilt við at fáa spælitíð síðani José Mourinho kom til felagið.


Talan er um franska Morgan Schneiderlin, og í dag boðar Everton frá á heimasíðu sínari, at avtala er gjørd við 27 ára gamla miðvallaran.


Morgan Schneiderlin náddi at spæla hálvtannað ár við Manchester United, áðrenn hann í dag varð seldur fyri 170 milliónir krónur.


Talan er um ein sáttmála, ið er galdandi fram til 2021. Venjari hjá Schneiderlin í Everton er Ronald Koeman, sum eisini var venjari hjá honum í Southampton.