United og FCK vunnu

Zlatan gjørdist stóra hetjan á Old Trafford í kvøld.

Nógvir fótbóltur hevur verið á skránni í kvøld, nú fyrsta umfar av 1/32-finalunum í Europa League bleiv spælt.


Donsku meistararnir úr FCK fingu eitt frálíkt útgangsstøði við sær, tá ið teir á trupla útivøllinum hjá bulgarska Ludogorets Razgrad fingu ein 2-1-sigur við sær heimaftur. Fyrsta FCK-málið var sjálvmál, meðan Youssef Toutouh skeyt hitt.


Manchester United hevði vitjan av franska Saint-Étienne. Zlatan Ibrahimovic, sum undan dystinum hevði skotið 14 mál í 13 dystunum ímóti júst Saint-Étienne, helt fram við málskjótingini ímóti teimum og skeyt øll málini í 3-0-sigrinum.


Verri gekst hjá hinum Premier League-felagnum í kappingini, nevniliga Tottenham, sum var fyri einum vónbroti í 1-0-tapinum ímóti belgiska Gent. Tottenham má nú dúva upp á eitt betri úrslit í returdystinum á White Hart Lane um eina viku.


Øll úrslitini í Europa League í kvøld:


FC Krasnodar – Fenerbahce 1-0

AZ Alkmaar – Lyon 1-4

Astra Giurgiu – Genk 2-2

Borussia Monchengladbach – Fiorentina 0-1

Celta Vigo – Shakhtar Donetsk 0-1

FC Rostov – Sparta Prag 4-0

Gent – Tottenham 1-0

Ludogorets Razgrad – FCK 1-2

Olympiacos – Osmanlispor 0-0

Anderlecht – Zenit Skt. Pætursborg 2-0

Athletic Bilbao – APOEL Nicosia 3-2

Hapoel Beer Sheva – Besiktas 1-3

Legia Warzawa – Ajax 0-0

Manchester United – Saint-Étienne 3-0

PAOK Thessaloniki – Schalke 04 0-3

Villarreal – AS Roma 0-4