Uppflytari eigur besta venjaran

Hóast José Mourinho og Manchester United eru ósigraðir, eigur ein uppflytari besta venjaran í august

 

Sólskinssøgan í Premier League hetta kappingarárið – uppflytararnir úr Huddersfield – eiga besta venjaran í august mánað. Tað gjørdist greitt í gjár, eftir at Premier League avdúkaði hvørjir vóru valdir sum teir bestu í august.

 

Tað er týski David Wagner, ið stendur á odda fyri Huddersfield, sum higartil hetta kappingarárið er ósigrað í Premier League. Fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar hevur Huddersfield fingið sjey stig, sum var ógvuliga óvæntandi undan kappingini, har nógv tippaðu teir at liggja til niðurflyting.

 

David Wagner hevur verið venjari hjá Huddersfield síðani 2015, tá hann kom til frá týska felagnum Borussia Dortmund, har hann var ein av hjálparunum hjá núverandi Liverpool venjaranum, Jurgen Klopp.

 

David Wagner er sostatt valdur framum José Mourinho, ið annars er venjari hjá Manchester United, ið liggur nummar eitt í Premier League við fullum stigatali, og sum heldur einki mál hevur fingið ímóti sær.

 

Eisini besti leikari í Premier League í august er valdur. Har er Liverpool leikarin, Sadio Mané valdur. Hann hevur skotið trý mál í trimum dystum hetta kappingarárið í Premier League.