Upptakt: Hoyvíkingar eru gorhungraðir

H71-venjarin ásannar at hann hevur ein favorittleiklut, men hevur eisini stóra virðing fyri VÍF


Sonni Larsen er ser nøgdur við hugburðin hjá sínum leikarum

Sonni Larsen er ser nøgdur við hugburðin hjá sínum leikarum

Les eisini: Upptakt: VÍF hevur goymt okkurt til H71

 

Dysturin, VÍF - H71 verður leiktur í kvøld klokkan 20.00 í Vestanna - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

H71 hevur vunnið Føroyameistaraheitið í báðum kappingarárunum við Sonna Larsen, sum venjara. Venjarin, ið nú fer inn í avgerandi løturnar av sínum triðja og seinasta kappingarárið, er greiður um, at H71 hevur ein favorittleiklut ímóti VÍF.

 

H71 hevur vunnið teir tríggjar landskappingardystirnar umframt steypadystin, ímóti VÍF hetta kappingarárið, og tí var tað ikki so løgið at hoyvíkingar valdu sær júst VÍF sum mótstøðulið í hálvfinalunum.

 

Men Sonni Larsen væntar sær kortini javnar hálvfinalur ímóti VÍF.

-Um vit hyggja at hvussu VÍF hevur spælt í seinastuni, so hevur tað verið sera gott, sigur H71-venjarin, ið serliga tekur fram Sjúrð Olsen sum ein leikara sum hevur spælt “hamrandi væl”, sum Sonni Larsen tekur til.

 

-Tað hevur verið ein frægd at síggja Sjúrð spæla í seinastuni, sigur H71-venjarin.

Harafturat tekur Sonni Larsen, Julian Olsen og Mladen Mjerimacka fram, sum leikarar, ið hava styrkt liðið síðani liðini hittust seinast.

 

Men hoyvíkingar eru eisini har teir skulu vera, sigur venjarin, og greiðir frá, at hann var sera nøgdur við hugburðin í seinasta dystinum móti Team Klaksvík, ið var vunnin við 33-14.

-Eg hav sjáldan sæð dreingirnar so svangar. Teir spruttaðu av orku, sigur venjarin, ið kortini leggur dent á, at dystirnir ímóti VÍF vera ein størri avbjóðing.

 

Um hálvfinalurnar sjálvar væntar H71-venjarin tríggjar spennandi og vælleiktar hálvfinalur. Hann greiðir frá, at bæði liðini tykjast at vera væl fyri, men hann vónar at H71 fær hála avgerðina til sín fyrimum.

 

Tað, at H71 valdi sær VÍF sum mótstøðulið, leggur eisini eitt serligt trýst á dystirnar.

Sonni Larsen greiðir frá, at tað eggjar H71 til at prógva seg, men tað eggjar sanniliga eisini vestmenningar til at svara aftur.

 

Men treytirnar eru tær somu fyri øll, um tey eru vald út ella ikki. Tað snýr seg um at vinna hálvfinalurnar og røkka finalurnar, eins og tað altíð hevur gjørt í hondbólti, greiðir Sonni Larsen frá.

Allir leikararnir hjá øllum fýra liðunum, hava glett seg og droymt um at spæla hesar hálvfinalur, og tað verður øgiliga stuttligt, sigur venjarin áðrenn hann at enda metir um favorittleiklutin hjá sær.

-Eg fara at meta okkum at hava fyrimunin við 53 prosentum ímóti 47, metur Sonni Larsen.