Upptakt: Kyndil skal vera neyvari

Martin Lellek væntar ein javnan dyst, men trýr upp á ein sigur í kvøld


Martin Lellek vónar at Kyndil hevur neyðuga neyvleikan at koppa Neistanum

Martin Lellek vónar at Kyndil hevur neyðuga neyvleikan at koppa Neistanum

Dysturin, Kyndil - Neistin, verður leiktur klokkan 20.00 í kvøld í Høllini á Hálsi. - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les eisini: Upptakt: Neistin fekk ein neyðugan hvøkk móti VÍF

 

Í kvøld klokkan 20.00 tekur Kyndil ímóti Neistanum í fyrstu hálvfinaluni millum liðini bæði.

Neistin hevur tey betri úrslitini at vísa á hetta kappingarárið. Liðini hava hitst tríggjar ferðir í landskappingini. Kyndil vann hin fyrsta við úrslitinum 27-26, síðani spældu liðini ein javnleik og fyri tveimum vikum síðani vann Neistin við úrslitinum 32-27. Harafturat vann Neistin báðar dystirnar millum feløgini í steypakappingini - eisini sjálva finaluna.

 

Martin Lellek, kyndilsvenjari, vísir á tey seinastu úrslitini, og greiðir frá at Neistin hevur havt hepnið við sær í seinastuni.

Hóast tríggir teir seinastu dystirnir eru endaðir við neistasigri, so heldur kyndilsvenjarin, at liðið hjá sær hevur góðan møguleika í kvøld.

 

Men tað krevur størri neyvleika enn áður. Martin Lellek vísir á, at í øllum trimum dystunum, hevur Kyndil havt leiðsluna í løtum, men vantandi neyvleiki hevur loyvt Neistanum fram um aftur.

Loysnin er sera einføld:

-Vit skulu fáa bóltin í málið, tá ið vit hava møguleikan, sigur Martin Lellek.

 

Kyndil hevur gjørt nakar venjingar til tess at fremja neyvleikan, men tað er í dysti at tað skal vísast. Harafturat skal verjan standa sterk ímóti lyklaleikaranum hjá Neistanum.

Martin Lellek vísir á, at Rasmus Søby, hevur sera nógv at siga fyri neistaálopið. - Hann er ein leikari sum hevur X-faktor, heldur venjarin fyri, og vísir á at tá ið sterki høgri bakkurin ikki sjálvur setur bóltarnar í málið hevur hann aloftast næstseinastu hondina á bóltinum. Hetta sást eisini aftur í steypafinaluni, tá ið hann endaði við at avgera dystin.

 

Men kyndilsvenjarin er bjartskygdur hóast stóru avbóðingina:

-Neistin er favorittur, men eg vænti at vit fara at vinna í kvøld, sigur Martin Lellek.