Upptakt: Neistin fekk ein neyðugan hvøkk ímóti VÍF

Neistin er til reiðar at spæla hálvfinalur, heldur Jeppe Borch


Dysturin, Kyndil - Neistin, verður leiktur klokkan 20.00 í kvøld í Høllini á Hálsi. - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Les eisini: Upptakt: Kyndil skal vera neyvari

 

Móti einum góðum VÍF-liðið fekk Neistin eina áminning sunnudagin um, hvussu liðið skal vera til reiðar til avgerandi dystirnar. VÍF vann greiðan sigur og syrgdi fyri at Neistin ikki vann sær fremsta plássið í grundspælinum, greiðir Jeppe Borch, neistavenjari, frá.

Kortini er hugurin góður hjá Neistanum. Hópurin gleðist um at skula spæla teir avgerandi dystirnar, sum liðið hevur sett sær sum mál at taka lut í, sigur venjarin.

 

Mótstøðuliðið er Kyndil, og her hevur Neistin havt yvirvágna í ár.

Liðini hava hitst tríggjar ferðir í landskappingini. Kyndil vann hin fyrsta við úrslitinum 27-26, síðani spældu liðini ein javnleik og fyri tveimum vikum síðani vann Neistin við úrslitinum 32-27. Harafturat vann Neistin báðar dystirnar millum feløgini í steypakappingini - eisini sjálva finaluna.

 

Neistavenjarin vísir tó á, at í hesum dystunum hava tað verið smálutir, ið hava avgjørt dystirnar, og so at siga allir dystirnir kundu verið koppaðir hinvegin. Tí væntar Jeppe Borch ein sera tættan dyst hesaferð. Bæði í kvøld, og í hinum hálvfinalunum.

 

Tað avgerandi verður aftur hesaferð smálutirnir. Venjarin vísir á, at bæði liðini kenna hvønn annan sera væl, og tað verða teir heilt smáu lutirnir, ið fara at koppa dystinum á.

Tó væntar Jeppe Borch, at tað serliga eru sterku verjurnar sum fara at seta avgerandi dámin á dystirnar, og serliga fer tað at hava týdning hvør málverji stendur sterkast, sigur Jeppe Borch at enda.