Leita á in.fo

Mynd: (Italska hondbóltssambandið/Isabella Gandolfi) Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sær nakað grummur út í hesi løtuni

Tróndur Arge 12.01.2018 (14:05)

Upptakt: Spennandi og sterk mótstøða

Í dag spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti annan dystin av trimum, í HM-undankappingarbólki 3, ið verður avgreiddur í Italia. Føroyar spæla í dag móti Rumenia.

 

Les eisini: Helgi spælir ikki aftur

 

Í gjár tapti føroyska liðið 30-22 fyri Ukraina, meðan Rumenia vann við tíggju málum á Italia, sum annars megnaði at bíta frá seg heilt inn í seinna hálvleik. Føroyar verða í dag uttan Helga Hoydal, sum beklaði í dystinum í gjár. Hann spælir ikki aftur í hesi kappingini.

 

Les eisini: Taptu við átta

 

Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF, hevur verið ivasamur, men verður nú roknaður sum klárur til dystin í dag. Spælskiparin, Jónas G. Djurhuus, hevur trupulleikar í rygginum, men verður við til dystin. Tí lagt upp til, at Tróndur Kragesteen kemur at spæla ein størri leiklut í dag.

 

Rumenska liðið veðrur mett sum favorittur at vinna bólkin. Hóast teir høvdu ávísar trupulleikar av Italia í gjár, so settur teir ferð á seinastu løtuna og vunnu við tíggjum málum. Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sigur millum annað, at rumenska verjuspælari er spennandi og eitt sindur øðrvísi, men uppspælið er tolið.

 

Sonni um Rumenia:

Her er talan um torføra mótstøðu. Teir hava spælt móti millum annað Póllandi og Serbia og vunnið báðar. Teir vinna við heili átta málum á Serbia beint fyri nýggjár. So hyggja vit eftir úrslitum, so peikar pílurin fyri Rumenia bara ein veg. Her er ein møguleika, at spæla við sjey móti seks í álopsstøðu.

 

Rumenska liðið hevur fingið íblástur av sponskum hondbólti, og tað sæst aftur á spælinum hjá teimum. Millum annað er venjarin hjá FC Barcelona venjari hjá teimum. Hevur tú sæð FC Barcelona spæla, so hevur tú eisini eina hóming av hvussu Rumenia spælir. Í álopsstøðu koma bakkarnir fram. Tí skulu vit hava spælt strikurnar upp. Í hinum endanum er uppspælið hjá teimum tolið.

 

Dysturin móti Rumenia byrjar klokkan 15.30 í dag. Rás2 er á staðnum og sigur frá dystinum. Somueleiðis verður hann vístur í sjónvarpinum.

 

Ferðafrásøgn út Italia:

1. partur: Úr Føroyum til Bolzano

2. partur: Einki Wi-Fi


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her