Upptakt: VÍF hevur goymt okkurt til H71

VÍF-venjarin sær H71 sum favoritt, men vónar tað besta í Vestmanna í kvøld


Hjalmar Klein Olsen heldur at lykladysturin er í Vestmanna í kvøld

Hjalmar Klein Olsen heldur at lykladysturin er í Vestmanna í kvøld

Les eisini: Upptakt: Hoyvíkingar eru gorhungraðir

Dysturin, VÍF - H71 verður leiktur í kvøld klokkan 20.00 í Vestmanna - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Í kvøld byrja hálvfinalurnar í landskappingini hjá monnum, og lagt verður fyri við fyrru hálvfinaluni millum VÍF og H71. Hon verður í kvøld klokkan 20.00 í Vestmanna.

Um tað eru leikarar, venjarar ella áskoðarar, so gleða øll seg til at landskappingin fer inn í avgerandi løturnar, og Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari, er eisini spentur til uppgávuna.

 

 

 

Lagið í hópinum er gott, heldur venjarin, og greiðir frá at hópurin kennir at hann hevur betra seg gjøgnum kappingina, og ætlanin er at halda fram.

VÍF hevur havt eitt gott kappingarár, men tá ið mótstøðuliðið er H71, hevur verið sera trupult. Allir fýra dystirnir ímillum feløgini eru endaðir við sigri til hoyvíkingar. Tí er spurningurin um vestmenningar mugu royna okkurt nýtt fyri at taka H71 á bóli.

 

-Tað er einki at ivast í, at vit fara at royna nakrar skipanir, sum ikki hava verið at sæð áður, og tað er rættiliga tilvitað, at vit ikki hava víst tær fram enn, sigur Hjalmar Klein Olsen, ið tó ikki torir at meta um hvussu nógva ávirkan tað fer at hava.

 

VÍF vil heldur ikki lata seg ávirka av úrslitunum móti H71 fyrr í kappingarárinum.

-Tað, at tað eru hálvfinalur fyllur nógv, men at tað júst er ímóti H71, tað fyllur minni, sigur venjarin, og greiðir frá at tað er heldur soleiðis, at VÍF hevur vant fram ímóti hesum hálvfinalum alt árið, og nú snýr tað seg um at spæla sítt besta.

 

 

 

Og leikararnir gleða seg øgiligt at spæla ein avgerandi dyst aftur.

VÍF var fyrsta liðið at tryggjað sær hálvfinaluplássið, og hetta hendi longu 6. Januar, tá ið VÍF fann 29-24 á Kyndli.

-Vit hava verið í hálvfinalunum leingi, so tað sigur seg sjálvt at teir gleða seg, sigur venjarin um leikararnar hjá sær.

 

Tað var eisini ein tvístøða sunnudagin, hvussu nógv VÍF skuldi leggja fyri, men Hjalmar Klein Olsen heldur at leikararnir vóru so mikið uppsettir upp á at spæla ordiligan hondbólt.

Tað gjørdu teir eisini. Við úrslitinum 30-23 vann VÍF á Neistanum, og hetta merkti at H71 fekk fremsta plássið, og møguleikan at velja sær mótstøðulið í hálvfinalunum. Og valið fall sum væntað á VÍF, orsakað av úrslitunum fyrr í kappingarárinum.

 

VÍF-venjarin er eisini varugur við at hetta ger H71 til favoritt.

Spælt verður best av trimum dystum, og tí er lykladysturin í kvøld í Vestmanna. Vinna vestmenningar hendan fáa tveir møguleikar at vinna í Hoyvík, so øll orkan verður løgd í hendan dystin fyri fyrst.

 

-Vit fara at gera alt fyri at vinna í Vestmanna. Tapa vit heima, so verður torført, ásannar Hjalmar Klein Olsen at enda.