Leita á in.fo

Svimjarin, Óli Mortensen fær 150.000 krónur frá Úrval 2018

Heri Simonsen 05.01.2018 (18:25)

Úrval 2018: Málið er OL í Tokyo í 2020

Millum tey dugnaligu og evnaríku ítróttarfólkini, sum fingu fíggjarligan styrk frá Úrval 2018 hjá ÍSF vóru svimjarin, Óli Mortensen og súkkluíðkarin, Torkil Veyhe.

 

Óli Mortensen fær 150.000 krónur og Torkil Veyhe fær 80.000 krónur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stuttu samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Óla Mortensen og Torkil Veyhe.

 

Hjá báðum kemur fíggjarligi styrkurin sera væl við. Hjá Óla Mortensen er málið at røkka olympisku summarleikunum í Tokyo í Japan í 2020, og hjá Torkil Veyhe er málsetningurin greitt at betra seg og vinna seg longur fram á yrkisleiðini sum elitusúkklari. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her