Leita á in.fo

Tróndur Arge 31.01.2018 (23:59)

Útlendskur spælari til TB/FCS/Royn

TB/FCS/Royn hevur í dag gjørt sáttmála við Ibrahim Arifovic. Hann kemur í Serbia og er lámur miðvallari, verður sagt úr suðuroynni í dag.

 

Ibrahim Arifovic kemur til landið leygardagin og hevur gjørt sáttmála fyri 2018. Hann er føddur 24. feburar 1990, er 183 sentimetrar høgur og vigar 78 kilo. Verður lýstur sum ein vinstri bakkur, men verður møguliga brúktur sum vinstri miðvallari.

 

Í vikuni er ganesiski Isaac Shaze komin til landið. Hann skal eisini hjálpa felagsliðnum komandi kappingarár. Hann hevur eina fortíð í næstbestu deildini í Svøríki, har nýggi venjarin við Stórá, Glenn Ståhl, kennir hann frá.

 

TB/FCS/Royn:

Tilgongd: Glenn Ståhl (Venjari), Milos Budakovic, Dennis Nielsen, Isaac Shaze, Ibrahim Arifovic

Frágongd: Maurice Ross (Venjari), Marius Berntzen, Mats Walberg, Anton Holse, Jón Krosslá Poulsen, Rógvi Joensen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her