Leita á in.fo

Tróndur Arge 02.01.2018 (17:15)

Útlendskur spælari til TB/FCS/Royn

TB/FCS/Royn hava gjørt avtalu við Isaac Shaze, sum er ganesiskur miðvallari úr Gana. Felagið upplýsur at spælarin seinatu trý árini hevur spælt við Øster í næstbestu deildini í Svøríki. Avtalan er galdandi fyri 2018.

 

Liðið verður nógv broytt í mun til farna kappingarár. Maurice Ross er nú venjari hjá Víkingi, meðan 46 ára gamli svenskarin, Glenn Ståhl, er nýggjur venjari. Umframt tað, so er danski miðverjin, Dennis Nielsen, komin til felagið saman útlendskum málverja.

 

Fleiri av lokalu lyklaspælarunum hava longt. So sum Búi Egilsson, Rógvi Joensen og Salmundur Bech, meðan spælarar sum Marius Berntzen, Mats Walberg og Jón Krosslá Poulsen (07 Vestur) ikki verða við komandi ár.

 

Landskappingin byrjar fyrst í mars mánaði.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her