Van Gaal vendir aftur til Premier League

Nógv talar fyri, at fyrrverandi United venjarin, Louis Van Gaal, í næstum aftur verður at síggja í Premier League

Tað hevur verið friðarligt rundanum hollendska venjaran, Louis Van Gaal, síðani hann á sumri í 2016 gavst sum venjari í enska stórfelagnum Manchester United. Hollendski venjarin hevur ikki vant nakað felag síðani Manchester United, har hann fyri tað mesta heldur hevur arbeitt sum fótbóltsviðmerkjari fyri hollendskt sjónvarp.

 

Men nú er tað nógv, ið bendir á, at Louis Van Gaal, í næstum aftur verður at síggja í Premier League. Í øllum førum um man skal trúgva bretskum miðlum. Sambært einum av mest álítandi miðlunum í Onglandi – SkySports - er Louis Van Gaal nær við at gerast nýggjur venjari hjá Everton.

 

Everton gav fyri stuttari tíð síðani hollendska Ronald Koeman sekkin.