Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.03.2018 (21:40)

Vánaligasti venjarin í søguni

Fyrrverandi Crystal Palace-venjarin, Frank De Boer, hevur funnist at Manchester United-venjaranum, José Mourinho, fyri ikki at geva enska stórtalentinum, Marcus Rashford, nóg nógv av spælitíð.


Tað var eftir 2-1-sigurin ímóti Liverpool leygardagin, har Marcus Rashford skeyt bæði málini, at Frank De Boer ikki segði seg skilja, at Mourinho hevur lyndi at seta Rashford á bonkin, um hann einans ger fá mistøk.


De Boer sigur, at Mourinho skiftir stór nøvn inn heldur enn at menna Rashford. Mourinho letur ikki atfinningarnar fara ósvaraðar framvið, og í samrøðu við BT Sports í dag gevur hann Frank de Boer av grovfíluni.


- Eg havi júst lisið nøkur orð frá vánaligasta venjaranum í Premier League-søguni, sjey dystir, sjey tap og einki mál, at tað ikki er gott fyri Marcus Rashford at hava meg sum venjara, tí at eg hugsavni meg um at vinna dystir, sigur Mourinho.


- Um Frank de Boer var venjari hjá Rashford, so hevði hann (Rashford, red.) lært at tapa, sigur Mourinho víðari í samrøðuni við BT Sports.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her