Leita á in.fo

Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg í Gundadali fyrr í dag

Heri Simonsen 11.07.2018 (21:45)

Var rørdur tá B36 vann seg víðari í Europa League

Áðrenn Europa League undankappingardysturin millum KÍ og Zalgiris úr Litava fór í gongd gjørdi Tróndur Arge eisini eina samrøðu við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.

 

Samrøðan var um Michał Przybylski, ársins unga spælara í føroyskum fótbólti í 2017, ið nú er partur av hópinum hjá B36, um upplivingina hjá B36 í Gibraltar, og um uppgávuna í annaðkvøld, tá B36 spælir fyrra av tveimum dystum ímóti Titograd úr Montenegro í Europa League undankappingini.

 

Michał Przybylski hevur verið í kikaranum hjá Jákupi á Borg og B36 í eina tíð, og Jákup heldur, at Michał Przybylski kann avgjørt tilføra hópinum hjá B36 nakað.

 

Um upplivingina at vinna seg víðari við B36 sigur Jákup á Borg, at tað var sera rørandi fyri hann at sleppa at uppliva hetta við B36. 

 

Jákup á Borg metir, at B36 skal spæla ímóti einum sterkum liði í annaðkvøld, men Titograd hevur ikki spælt dyst í nakrari kapping síðani síðst í mai, og tí er liðið ikki heilt har tað skal verða, og tað kann gerast møguleikin hjá B36, men tað krevur eitt framúr gott avrik. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg á FM1 fyrr í dag. 

 

Dysturin millum B36 og Titograd byrjar klokkan 19 hóskvøldið. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo hevur sjálvandi beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her