Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.07.2018 (17:01)

Váttað: Ronaldo gevst í Real Madrid

Real Madrid hevur í tíðindaskrivi í dag váttað, at Cristiano Ronaldo aftaná níggju ár í felagnum verður seldur. Altjóða miðlar hava í eina tíð skrivað, at portugisiski liðskiparin skiftir til italska Juventus.

 

Les eisini: Ronaldo til Juventus - so sikkurt sum amen í kirkjuni

 

- Fyri Real Madrid kemur Cristiano Roanldo altíð at verða ein stór ímynd av felagnum. Felagið vil gjarna takka honum fyri tíðina, sum hevur verið ein tann besta í søguni hjá Real Madrid. Real Madrid kemur altíð at verða tí heim, stendur millum annað at lesa í tíðindaskrivinum.

 

Cristiano Ronaldo, sum í 2009 skifti til Real Madrid frá Manchester United fyri áleið 800 milliónir krónur, sum tá var met, hevur skoraði 451 mál hesi árini. Hartil hevur hann vunnið fýra av sínum fimm Ballon d’Or í hvítu troyggjuni.

 

Sagt verður at ein av orsøkunum er, at Cristiano Ronaldo og forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, ikki kunnu einast. Millum annað fær Cristiano Ronaldo ikki eins nógv í løn, sum Lionel Messi (FC Barcelona) og Neymar Jr (PSG). Neymar verður nevndur sum ein avloysari í Real Madrid.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her