VB yvirvann ringa byrjan

Hvonndeildin: Vágbingar komu illa frá byrjan og mistu seinni trygga leiðslu, men vunnu kortini ímóti Stjørnuni

Eftir seinasta mánaðin, har steypakappingin hevur verið á skránni í fremstu, føroysku hondbóltsdeildunum, so er landskappingarhondbóltur aftur á skránni komandi tíðina, har finaluliðini hjá kvinnum og monnum endaliga skulu finnast.

 

Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í dag. Í KÍ-høllini í Klaksvík tók Stjørnan ímóti VB. VB kom illa frá byrjan og misti seinni eina sjeymálsleiðslu, men kortini vunnu vágbingar 28-25 at enda.

 

Heimaliðið kom betur frá byrjan og legði seg á odda 5-2. Eftir hetta setti VB tó dagsskránna í fyrra hálvleiki. Eftir eina løtu, har liðini fylgdust á máltalvuni, kom VB á odda 12-9 og fór til hálvleiks á odda 15-11.

 

Í seinna hálvleiki líktist tað einum greiðum útisigri, tá ið vágbingar komu framum 20-13. Men so vaknaðu klaksvíkingarnir veruliga. Næstu løtuna átti Stjørnan alla sum hon var og kom á odda 23-22. At enda dróð VB tó longra stráðið og vann dystin 28-25.

 

Við úrsltinum styrkti VB um sína støðu á bronsuplássinum í deildini, men tó er óhugsandi, at vágbingar kunnu røkka nøkrum finaluplássi. Stjørnan verður verandi við seks stigum og á næstaftasta plássi í deildini.

 

Støðan í Hvonndeildini sæst niðanfyri. Klombran tilskilar, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.

 

1. Kyndil 24 stig (14)

2. Neistin 24 stig (14)

3. VB 15 stig (14)

4. VÍF 11 stig (13)

5. Stjørnan 6 stig (15)

6. StÍF 4 stig (14)

 

Málskjúttarnir frá dagsins kvinnudysti síggjast niðanfyri:

 

Stjørnan-VB 25-28 (11-15)

 

Stjørnan: Tóra Eliasen 10, Sonja Lava Sirdal 6, Jansy Jacobsen 5, Judith Dam Jacobsen 2, Jórun B. Nielsen 1 og Ella Petersen 1.

 

VB: Bára Krosslá Mortensen 6, Danijela Mistric 6, Gurið Krosslá Augustinussen 5, Barbara K. Hjelm 5, Helga Kjærbo 3 og Rannvá Johannessen 3.