Leita á in.fo

Mynd: SkySports

André Olsen 12.01.2019 (09:30)

Venjari viðurkennir: Brúkti njósnara áðrenn dyst

Eftir fleiri ár við stórum væntanum og misjøvnum úrslitum, sær út til at fyrrverandi enska stórfelagið, Leeds United, er við at koma fyri seg aftur. Undir leiðslu av heimskenda argentinska venjaranum, Marcelo Bielsa, hevur Leeds aftur fingið vind í segluni, og felagið hevur í løtuni beina kós aftur móti Premier League. 

 

Í gjárkvøldið spældi Leeds týðandi dyst í oddinum av deildini, tá Derby County kom á vitjan. Leeds vann dystin 2-0, og hevur styrkt sína støðu í oddinum av Championship, men tað er ein onnur hending, sum hevur fingið størstu umtaluna eftir dystin.

 

Í vikuni er komið fram, at Derby hevur sent ein njósnara vekk frá venjingaranlegginum hjá sær, og tá Marcelo Bielsa eftir dystin í gjárkvøldið var spurdur um njósnarin var frá Leeds United, svaraði Bielsa.

 

-       Tað er rætt at eg havi havt ein njósnara úti í vikuni og hugt eftir venjingunum hjá Leeds. Tað er mín ábyrgd. Eg tosaði í gjár við Frank Lampard um tað, og hann heldur at eg havi brotið reglurnar um fair play. Eg havi eina aðra uppfatan, men hugskotinum og tankanum eri eg sjálvur komi við. Eg taki ábyrgd fyri tað, og eg havi ikki spurt meg fyri í mínum felag (Leeds) áðrenn, segði Marcelo Bielsa við SkySports.

 

Marcelo Bielsa segði víðari, at hann javnan hevur brúkt njósning sum venjari, og at hann byrjaði uppá tað sum argentinskur landsliðsvenjari í 2001. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her