Leita á in.fo

Pætur Albinus 20.04.2017 (23:58)

Verður ikki við aftur í ár

Ikki nóg mikið við at Bayern München reyk út úr Champions League, so má liðið nú eisini klára seg uttan tann avgjørda málmansprofilin, Manuel Neuer.

 

 

Eftir tapið ímóti Real Madrid í Champions League fyrrakvøldið, boðaði Bayern München frá, at Manuel Neuer hevði fingið ein fótskaða, og at talan helst var um ein álvarsligan ein.

 

 

Í dag váttar Bayern München, at týski landsliðsmálverji teirra hevur meitt seg somikið illa, at hann verður førur fyri at spæla aftur í hesum kappingarárinum.

 

 

Bayern München er longu týskur meistari og er rokið úr evropeiskum fótbólti, men liðið er framvegis við í týsku steypakappingini, har komið er til hálvfinaluna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her