Leita á in.fo

Mynd: (Ki/facebook)

Tróndur Arge 09.02.2019 (15:40)

VFF-Cup: Sigrar til KÍ og Skála

KÍ og Skála vunnu í dag sínar dystir í 5. umfari í nýggju vetrarkappingini hjá Venjarafelagnum. KÍ vann 2- 1 á Víkingi, meðan Skála vann 3-2 á B36.

 

Fyri KÍ skoraði Patrik Johannesen aftur. Áleyparin tykist hava funnið seg til rættis í Klaksvík. Tað var annars Boris Dosljak, ið legði KÍ á odda, áðrenn Patrik Johannesen økti til 2-0. Pól Enok Hansen minkaði um munin fyri Víking.

 

Á Skála vunnu heimamenninir 3-2 á B36, sum var á odda 2-0 við málum frá Benjamin Heinesen og fyrrverandi áleyparanum hjá Skála, Brian Jacobsen. Í seinna hálvleiki skoraði Skála tríggjar ferðir. Edvin Jakobsen, Ari Olsen og Haraldur Højgaard skoraðu málini.

 

Fyrr í dag skuldu EB/Streymur og HB spæla. Dysturin er útsettur til í morgin klokkan 14.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her