Leita á in.fo

Heri Simonsen 12.11.2017 (12:30)

VIDEO: Ákæra Neymar fyri at gráta krokudillutár

Fríggjakvøldið spældu Brasil og Japan ein venjingardyst í París, sum Brasil vann 3-1.

 

Tað er tó ikki so nógv dysturin, sum stendur eftir í huganum hjá fólki og hjá altjóða ítróttarmiðlum, men meir tíðindafundurin aftaná dystin, har brasilski stórleikarin, Neymar skelkaði mongu tíðindafólkini við at fara tilsýnilátandi grátandi av tíðindafundinum aftaná eina verjurøðu, sum landsliðsvenjarin, Tite helt fyri honum.

 

Japansku spælararnir taklaðu ofta Neymar undir dystinum, og tað toldi Neymar illa, og var ofta sera frustreraður undir dystinum, og vísti tað eisini ofta. Haraftrat eru komið undan kavi hvussu vánaligt Neymar uppførdi seg yvirfyri viðspælarum, venjarum og starvsfólkum í tíðini hann spældi í FC Barcelona, og tí kennir Neymar eitt ávíst trýst á sær. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr støðuna. Portugisiska talan er tekstað til enskt. Tað er bretska "Guardian", sum hevur lagt brotið út á YouTube. 

 

Fótbóltsserfrøðingarnir hjá amerikonsku ítróttarsjónvarpsrásini, ESPN spara ikki uppá krútið: - Hatta var ein avtalaður tíðindafundur har Tite segði við Neymar: "Minst til at taka krokudillutárini við á tíðindafundin", segði ein ógvuliga atfinningarsamur Craig Burley. 

 

Paul Mariner, sum eisini er fótbóltsserfrøðingur hjá ESPN er eins atfinningarsamur: - Neymar er fyrsti fótbóltsspælarin í søguni, sum er farin til venjaran fyri at fáa hann at verja seg til ein tíðindafund. At verða taklaður í einum fótbóltsdysti er ein partur av spælinum, hatta er láturligt, segði ein bersøgin Paul Mariner.

 

Teir gomlu vildu uttan iva nevnt tárini hjá Neymar: "Rossatár".

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her