Video: Alvi vinnur gull

Her sært tú Alva Hjelm vinna gull og seta føroyskt met

Alvi Hjelm hevur í dag vunnið gull og sett føroyskt met í 400 metra blandað í Danish Open. Hann kom á mál sum nummar eitt við tíðini 4:30.17.

 

Til ber at síggja Alva Hjelm koma á mál í svimjingini við at trýsta á pílin á myndini (Jón Bjarnason eigur upptøkurnar)

 

Fyrr í dag hava føroyskir svimjarar eisini gjørt um seg.

 

Signhild gullnál og føroyskt met

 

Signhild Joensen úr Ægir svam seg í morgun víðari til finalu á Danish Open 2016, við fimtbestu tíð av teimum 26, sum luttóku í innleiðandi riðlunum.

 

Tíðin hjá henni var 1:04.54, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 1:04.67 frá FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða.

 

Tað er eisini undir gullnálatíðini hjá Svimjisambandi Føroya í greinini, sum er 1:04.54. Finalan verður seinnapartin í dag, skrivar svimjing.com.

 

Astrið føroyskt met og í finalu á Danish Open 2016

 

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2016 svam teinin uppá 27.19 sekund. 

 

Hetta rakk eisini til eitt pláss í B-finaluni seinnapartin. Astrið átti sjálv nú farna føroyska metið, sum var 27.21 frá tá ið hon vann gull á FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða, skrivar svimjing.com.