VIDEO: Aserbadjan-Malta 1-1 (0-1)

(Video) Síggj málini sum komu í hinum dystinum í okkara bólki í Nations League

 

Aserbadjan tók ikki av møguleikanum at nærkast Kosovo í oddinum í bólki 3 í Nations League 4. deild, tá teir á heimavølli tóku ímóti Malta.

 

Aserbadjan hevði tað mesta av spælinum, og hevði teir flestu málmøguleikarnar, men teir gjørdu sama mistak sum Føroyar gjørdu ímóti teimum á Tórsvølli farna hóskvøld. Teir tóku ikki av mongu málmøguleikunum.

 

Rowan Muscat legði Malta á odda tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum.  Araz Abdullayev javnaði til 1-1 tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

HERber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Aserbadjan og Malta.

 

Aserbadjan tekur ímóti Føroyum leygardagin 17. november, tá tekur Malta ímóti Kosovo. 20. november tekur Malta ímóti Føroyum, og Kosovo tekur ímóti Aserbadjan.

 

Kosovo hevur átta stig, Aserbadjan hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig og Malta hevur tvey stig aftaná fýra dystir.