VIDEO: Belgia-Tunesia 5-2 (3-1)

(Video) Síggj tey sjey málini sum komu í HM-dystinum millum Belgia og Tunesia í bólki G

 

Belgia er á veg til áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum í Russlandi. Aftaná tveir dystir í HM-bólki G hava belgiumenn seks stig og hava skorað átta mál.

 

Belgia vann fyrr í dag 5-2 á Tunesia í einum sera undirhaldandi dysti, og høvdu tvímálsskjútarnir hjá Belgia, Eden Hazard og Romelu Lukaku ikki verið skiftir út tíðliga í seinna hálvleiki hevði Belgia sum einki kunnað vunnið 8-2.

 

HERber til at síggja tey sjey málini sum komu í dystinum millum Belgia og Tunesia.

 

Belgia hevur seks stig, Ongland hevur trý stig meðan Panama og Tunesia hava sítt fyrsta stig til góðar. Í morgin klokkan 13 spæla Ongland og Panama, har Ongland er risafavorittur til at vinna dystin.

 

Belgia – Tunesia 5-2 (3-1)

1-0 Eden Hazard (brotsspark, 6) 

2-0 Romelu Lukaku (16.)

2-1 Dylan Bronn (18.)

3-1 Romelu Lukaku (45.)

4-1 Eden Hazard (51.)

5-1 Michy Batshuayi (90.)

5-2 Wahbi Khazri (93.)