Leita á in.fo

Heri Simonsen 13.02.2017 (18:35)

Video: Botnurin av óítróttarligum atburði

25 ára gamli niðurlendski bakkurin hjá Ajax Amsterdam, Joel Veltman fær toyggið á teimum sosialu miðlunum fyri at sýna óítróttarligan atburð útum øll mørk í dysti ímóti Sparta Rotterdam í niðurlendsku heiðursdeildini. 

 

Ígjár vann Ajax Amsterdam 2-0 ímóti Sparta Rotterdam á Ajax Arena vøllinum í Amsterdam. Við støðuna 2-0 fær Joel Veltman bóltin meðan liðfelagin, Bertrand Traore liggur skaddur á vøllinum. Joel Veltman gevur tekin til ein spælara hjá Sparta Rotterdam, at teir mugu steðga spælinum, so Bertrand Traoere kundi fáa viðgerð. Mótstøðuspælarin steðgar, og so ger Joel Veltman ikki mætari enn, at hann fresar avstað við bóltinum fyri at leggja eina sending inn í brotsteigin hjá Sparta Rotterdam.

 

Spælararnir hjá Sparta Rotterdam, og venjari teirra Alex Pastoor vóru dansandi óðir um óítróttarliga atburðin hjá Joel Veltman, og góvu ilt av sær. Nógvir niðurlendskir miðlar hava eisini verið bersøgnir um atburðin hjá Joel Veltman, og í sosialu miðlunum hevur Joel Veltman veruliga fingið toyggið.

 

Joel Veltman umber seg við, at hann royndi bara at fáa tað besta út úr støðuni.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj margháttliga, óítróttarliga atburðin hjá Joel Veltman.