Leita á in.fo

Heri Simonsen 09.07.2018 (00:05)

VIDEO: Brotssparkið hjá Odmar Færø

Tað eru nakrir dagar síðani, at B36 vann á Saint Joseph´s á Victoria leikvøllinum í Gibraltar aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping, og tað hevur gingið stak illa at útvega upptøkur frá dystinum.

 

Nú er so ein stutt upptøka frá dystinum tøk. Upptøkan vísir bara útjavnandi málið hjá Saint Joseph´s í 89. minutti, og so avgerandi brotssparkið Odmar Færø setti inn tá hann skoraði til 4-2 til B36 í brotssparkskappingini, men tað er so betri enn einki.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu Odmar Færø sendi B36 víðari í Europa League kappingini.

 

Hóskvøldið klokkan 19 spælir B36 ímóti Mladost Podgorica úr Montenegro á ovari vølli í Gundadali. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her