Video: Danmark fekk fult stigatal

(Video) Danmark fekk 10 av 10 stigum og møtir Ungarn í HM áttandapartsfinaluni

Danmark hvíldi Mikkel Hansen, og Jannick Green slapp at royna seg í málinum ístaðinfyri Niklas Landin, tá Danmark í tí fimta dystinum í bólki D í HM-endaspælinum í manshondbólti møtti Katar.

 

Danmark vann 32-29. Í steðginum var Katar á odda 16-14, og Katar var eitt skiftið á odda við fýra málum í seinna hálvleiki, men danir fingu rætta uppá tingini seinastu løtuna, og vunnu eitt enda. Jesper Nøddesbo, sum ikki hevur fingið so nógva spælitíð higartil gjørdist danskur toppskjútti við átta málum. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Katar og Danmark.

 

Úrslitini í dag

 

Bólkur C : 


Chile-Saudi Arabia 25-26 (13-13)

Hvítarussland-Ungarn 27-25 (15-13)

Týskland-Kroatia 28-21 (13-9)

 

Týskland fekk 10 stig, og Kroatia átta stig. Hvítarussland gjørdist nummar trý við fýra stigum, og Ungarn gjørdist nummar fýra eisini við fýra stigum. Aftast eru Saudi Arabia og Chile, sum fingu tvey stig hvør.

 

Bólkur D :


Katar-Danmark 29-32 (16-14)

Bahrain-Argentina 17-26 (8-13)

Svøríki-Egyptaland 33-26 (15-9)

 

Danmark fekk tíggju stig, og Svøríki fekk átta stig. Egyptaland fekk seks stig, og Katar fýra stig. Argentina fekk tvey stig, og Bahrain endaði aftast við ongum stigi. 

 

Àttandapartsfinalurnar verða leiktar soleiðis :

 

Leygardagin :


Klokkan 15: Noreg-Makedonia

Klokkan 17: Frakland-Ísland

Klokkan 19.45: Russland-Slovenia

Klokkan 19:45: Spania-Brasil

 

Sunnudagin :


Klokkan 15: Hvítarussland-Svøríki

Klokkan 15: Danmark-Ungarn

Klokkan 17: Týskland-Katar

Klokkan 19.45: Kroatia-Egyptaland

 

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar týsdagin 24. januar.