Leita á in.fo

Heri Simonsen 11.09.2017 (14:55)

VIDEO: Dystur nummar 100 hjá Viljormi fyri Vejle

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá oddadystinum, sum var spældur ígjár í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í Hjørring millum Vendsyssel FF og Vejle. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Úrslitið merkir, at Vejle er framvegis oddalið við 17 stigum fyri sjey dystir. Thisted hevur 16 stig og Vendsyssel FF hevur 15 stig.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Viljormur Davidsen spældi sín dyst nummar 100 fyri besta liðið hjá Vejle. Viljormur sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Vejle, at talan var um ein rótutan dyst, har Vejle gjørdi ov nógv mistøk. Viljormur er tó glaður fyri, at Vejle megnaði at svara aftur og javna leiðsluna hjá Vendsyssel bara tríggjar minuttir aftaná heimaliðið kom á odda. Viljormur heldur, at tað vísir, at teir í Vejle trúgva uppá, at tað letur seg gera. Viljormur heldur, at tað er í lagi at spæla javnleik á útivølli í einum oddadysti.

 

Viljormur Davidsen sigur seg verða stoltan yvir at hava spælt 100 dystir fyri besta liðið hjá Vejle. Hann lat tó ikki nakað jubileum ávirka seg áðrenn og undir dystinum ímóti Vendsyssel FF. Tonny Hermansen, Klebér Saarenpää, Steen Thychosen, Andreas Alm og Adolfo Sormani hava verið venjarar hjá Viljormi teir 100 dystirnar hann hevur spælt fyri Vejle síðani 2013. Viljormur minnist væl fyrsta dystin, sum var á útivølli í Gladsaxe ímóti Vejle, tá hann kom inn í fyrra hálvleiki, tí Daniel Norouzi var í vanda fyri at fáa seinna gula kortið. Besta einstaka minnið er frá oktober í 2014, tá Viljormur fluktaði bóltin í málið hjá FC Fredericia, har hann annars spældi áðrenn hann kom til Vejle. Viljormur sigur seg hava havt nógvar góðar tímar á leikvøllinum hjá Vejle, og hann minnist sigrar og feiringar saman við fjepparunum við stórari gleði.  

 

Føroyski landsliðsspælarin er glaður fyri góðu byrjanina uppá kappingina, men hann staðfestir, at hann og liðfelagarnir mugu arbeiða hart, um tað skal eydnast at flyta upp í bestu deildina. 

 

 

Vendsyssel FF – Vejle BK 1-1 (1-1)


36. 1-0 Mikael Anderson


39. 1-1 Mads Greve

 

 

1

Vejle BK

7

5

2

0

16

7

9

17

2

Thisted

8

5

1

2

15

11

4

16

3

Vendsyssel FF

8

4

3

1

14

7

7

15

4

HB Køge

8

4

2

2

12

8

4

14

5

Nykøbing FC

8

4

0

4

13

15

-2

12

6

Fredericia

7

3

1

3

15

13

2

10

7

Esbjerg fB

8

3

1

4

11

12

-1

10

8

Viborg

7

3

0

4

16

14

2

9

9

Fremad Amager

8

3

0

5

6

15

-9

9

10

FC Roskilde

8

2

2

4

11

15

-4

8

11

Brabrand

8

2

2

4

9

15

-6

8

12

Skive

7

0

2

5

11

17

-6

2