Video: Ein errin mamma

Oyggjaleikir: Ester Simonsen er mamma trífalda gullvinnaran í svimjing, Óla Mortensen, og hon var sjálvsagt ein errin mamma í kvøld

Ester Simonsen og maðurin Niels Mortensen sótu saman við yngru systrunum hjá Óla umframt eini rúgvu av øðrum foreldrum og føroyskum áskoðarum og heppaðu á føroysku svimjararnar, sum hava staðið seg so ómetaliga væl higartil í kappingunum í Gotlandi.

 

Her greiðir Ester Simonsen frá, hvussu tað er at sita við kantin sum foreldur og fylgja soninum, sum svimur fyri heiðursmerkjum, og hon forteldur eisini um serliga samanhaldið millum tey avvarðandi hjá føroysku svimjarunum.