Leita á in.fo

Heri Simonsen 13.02.2017 (16:25)

Video: Enn eitt gott mál hjá Brandi

Hópurin hjá Randers FC hevur verið í Belek í Turkalandi á venjingarlegu. Á túrinum hava bæði superligaliðið og eykaliðið leikt dystir, og hevur Brandur leikt dystir bæði við superligaliðnum og við eykaliðnum. M.a. skeyt Brandur eitt minniligt frísparksmál ímóti Bohemians 1905 úr Kekkia í einum dysti, sum Randers FC vann 2-0.

 

Ígjár leiktur eykaliðini hjá Randers FC og Vejle javnleik 2-2. Brandur Hendriksson var við frá byrjan, og hann skoraði til 1-0 til Randers FC við einum góðum lobbi.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum millum eykaliðini hjá Randers FC og Vejle.

 

Tað er YouTube rásin hjá Randers FC, sum hevur lagt sjónbandið út á YouTube.