Video: Er hetta reytt kort?

Andreas Lava Olsen fekk í gjár reytt kort, men er tað rætt?

Í gjár vann NSÍ 2-1 á Víkingi í 26. umfari í landskappingini. Dysturin kostaði Andreas Lava Olsen, áleypara hjá Víkingi reytt kort móti endanum av dystinum.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja hendingina

 

Áleyparin og ein verjuspælari hjá NSÍ fara tvísporandi eftir bóltinum, meðan málverjin hjá NSÍ kemur út og er fyrstur á bóltin. Andreas Lava Olsen stingur beini fram og rakar málverjan, sum eftirfylgjandi tekur seg til høvdið.

 

Les eisini: (Sjónbandabrot) Samandráttur av NSÍ-Víkingur

 

Ransin N. Djurhuus, dómari, gav beinleiðis reytt kort. Við at trýsta á pílin á myndini sært tú sjónbandabrotið av hendingini. Vit spyrja, er tað í ordan við reyða kortinum?