Video: Esbjerg-AC Horsens 1-1

(Video) Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens í Esbjerg

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum Esbjerg og AC Horsens, sum endaði við javnleiki 1-1. Bæði málini komu seint í dystinum. Kjartan Finnbogason legði AC Horsens á odda, tá 83 minuttir vóru farnir, og minuttin aftaná hevði Robin Søder javnað fyri Esbjerg.

 

Hallur Hansson spældi allan dystin, sum eru góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum skal spæla HM-undankappingardyst í Andorra komandi leygardag.

 

AC Horsens endaði á einum 10. plássi í grundspælinum í superliguni við 29 stigum.