Viljormur í Heiðunum Davidsen fekk aftur fulla spælitíð við Vejle, sum aftaná dagsins umfar er oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Frammanfyri 4.200 áskoðarum í Esbjerg vunnu Viljormur og liðfelagarnir 2-1 í oddabrakinum á Blue Water Arena leikvøllinum. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Allan Sousa legði Vejle á odda tá 11 minuttir vóru farnir. 10 minuttir seinni javnaði Adrian Petre fyri heimaliðið, men longu seks minuttir seinni var Vejle aftur á sigurskós, tá Rasmus Lauritsen legði Vejle á odda 2-1, sum bleiv endaliga úrslitið.
Komandi sunnudag spælir Vejle ímóti Skive, sum hevur tapt allar sínar dystir higartil í ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Esbjerg og Vejle.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini:
1
3
6
9
2
3
2
7
3
3
2
6
4
3
0
6
5
3
0
6
6
3
2
5
7
3
1
4
8
3
1
4
9
3
-1
4
10
3
-4
0
11
3
-4
0
12
3
-5
0