Leita á in.fo

Tróndur Arge 29.10.2017 (14:55)

Video: Frá barnsburði til ársins spælara

Til Ársins Spælari tiltakið hjá Rás2 og Miðlahúsinum, sum var í Reinsaríinum fríggjakvøldið, bleiv Heidi Sevdal vald til ársins spælara fyri sættu ferð. Hetta er hennara fyrsta kappingarár, síðani hon bleiv mamma á fyrsta sinni.

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Eg havi verið í úti í eitt ár og tað hevur verið hart at koma aftur. Eg havi eisini verið bangin fyri ikki at koma upp á sama stig aftur. Tí er hetta ein váttan, at eg eri komin á saman stig, sigur Heidi Sevdal.

 

Hon bleiv eisini vald til ársins áleypara og fekk gullskógvin, fyri at verða toppskjútti. Heidi Sevdal og EB/Streymur/Skála vunnu greipuna í ár.

 

Aðrar video samrøður frá Ársins Spælari 2017:

1: Sølvi Vatnhamar: Familjan ger tað møguligt

 

2: Lars Muller: Eg eri tann sami hvønn sunnudag

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her