Liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted FC byrjaði sum vant við Jákupi Thomsen á beinkinum tá teir spældu útidyst ímóti Vendsyssel FF í Hjørring í næstbestu donsku fótbóltsdeildini fyrr í kvøld.
Hóast Thisted spældi væl til tíðir, so vóru heimamennirnir drepandi effektivir og vunnu heili 4-1, sum tó ikki verður mett at geva eina rættvísa mynd av dystinum. Vendsyssel kom tíðliga á odda 2-0, og vóru á odda 2-1 í steðginum. Sigurin ber við sær, at Vendsyssel nú er nummar tvey, meðan Thisted er nummar trý í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og Fredericia. Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.
Heini Vatnsdal var ikki við, men Finnur Justinussen kom á vøllin tá 74 minuttir vóru farnir av dystinum á leikvøllinum í Sundby á Amager, tá lið teirra, Fremad Amager tapti 1-3 ímóti Fredericia ígjár.
Dennis Høgh legði Fredericia á odda tá 19 minuttir vóru farnir. Beint undan steðginum javnaði Morten Nordstrand fyri Fremad Amager, og gott lag var á heimafólkunum tá farið var til hálvleiks.
Tá 72 minuttir vóru farnir legði Christian Sørensen Fredericia á odda 2-1, og stutt aftaná kom Finnur Justinussen á vøllin fyri at hjálpa heimaliðnum at venda gongdini, men tað eydnaðist ikki. Í 88. minutti staðfesti Brent McGrath sigurin hjá Fredericia.
Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð á leikvøllinum í Sundby. Tá tekur Fremad Amager ímóti Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen á liðnum. Í annaðkvøld taka Viljormur Davidsen og teir í Vejle ímóti HB Køge. Thisted tekur ímóti Roskilde komandi sunnudag.
Støðan:
1
16
12
34
2
17
15
32
3
17
5
31
4
17
10
28
5
16
7
25
6
17
6
25
7
17
-4
21
8
16
-5
21
9
16
3
20
10
17
-18
17
11
17
-20
13
12
17
-11
10