VIDEO: Gunnar og Brandur vunnu - Kaj Leo tapti

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Europa League dystunum Lahti-FH 0-3 (0-2) og ÍBV-Sarpsborg 0-4 (0-0)

Misjavnt gekk hjá føroysku spælarunum í Íslandi í Europa League undankappingini í kvøld.

 

Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen spældu allan dystin tá FH vann frálíkan 3-0 útisigur í Finnlandi ímóti Lahti. Hetta gevur FH eitt framúr gott útgangsstøðið til returdystin um eina viku. Brandur H. Olsen fekk eitt gult kort heilt ímóti dystarenda. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini FH skoraði í Finnlandi. Halldór Bjørnsson, Steven Lennon og Robbie Crawford skoraðu málini hjá FH.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin tá ÍBV á heimavølli tók ímóti norska liðnum, Sarpsborg. Tað gekk væl fyrsta tíman tá støðan var 0-0, men seinasta hálva tíman skrædnaði hjá ÍBV sum tapti 0-4, og nú sær svart út hjá ÍBV at vinna seg víðari. Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til besta málmøguleikan hjá ÍBV, men Gunnar Heiðar Phorvaldsson tók ikki av. Tá var støðan 1-0 til Sarpsborg, og lítla løtu seinni økti Sarpsborg til 2-0. 

 

HERsíggjast hæddarpunktini frá dystinum millum ÍBV og Sarpsborg.

 

Ígjár gjørdi íslendska meistaraliðið, Valur ein vørr við at vinna 1-0 á norska meistaraliðnum, Rosenborg á heimavølli í fyrra dystinum í Champions League undankappingini.