Leita á in.fo

Heri Simonsen 05.08.2018 (21:05)

VIDEO: Hallur legði AC Horsens á odda

Hallur Hansson var við frá byrjan, og hann legði AC Horsens á odda 1-0 tá AC Horsens á heimavølli á CASA Arena leikvøllinum í Horsens spældi javnleik 2-2 ímóti Hobro í dysti í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda í 19. minutti tá hann tamdi bóltin við lærinum, sneiddi og meddaði eitt skot sum snýtti Hobro-málverjan, Jesper Rask.

 

Í seinna hálvleiki sá svart út hjá AC Horsens tá Hobro kom á odda 2-1, men Mikkel Mena Qvist javnaði fyri AC Horsens í 86. minutti, og tryggjaði heimaliðnum eitt stig.

 

AC Horsens – Hobro IK 2-2 (1-0)

1-0 Hallur Hansson (19.)
1-1 Edgar Babayan (49.)
1-2 Emmanuel Sabbi (70.)
2-2 Mikkel Mena Qvist (86.)

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Hobro.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her