Leita á in.fo

Heri Simonsen 17.05.2017 (04:10)

Video: Hallur og liðfelagarnir vunnu ov tepurt

Føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, spældi allan dystin á sentrala miðvøllinum hjá AC Horsens, tá teir í kvøld vunnu 1-0 á heimavølli móti Viborg. Hallur Hansson átti triðseinasta fótin tá AC Horsens fekk einsamalla málið í dystinum.

 

 

Hóast sigur í kvøld, var talan ikki um eitt nøktandi úrslit fyri AC Horsens, sum í fyrru uppgerðini móti Viborg tapti 3-0.

 

 

Sostatt endaðu dystirnir samanlagt við 3-1 sigri til Viborg,

 

 

Sostatt skal AC Horsens spæla ímóti taparanum av antin AGF ella Esbjerg í tveimum uppgerðum, har taparin av teimum uppgerðunum flytir beinleiðis niður í næstbestu deildina, meðan vinnarin av teimum uppgerðunum møtir nummar tvey úr næstbestu deildini, har feløgini skulu spæla um upp og niðurflyting.

 

 

Niðurflytingardysturin verður eisini heima og úti, og verður mótstøðuliðið antin AGF ella Esbjerg.

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her