Leita á in.fo

Heri Simonsen 06.08.2018 (19:20)

VIDEO: Heini tryggjaði Fremad Amager eitt stig

Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager í dysti á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi javnleik 2-2 ímóti Hvidovre. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1.

 

Fremad Amager kom á odda við einum sjálvmáli tá 13 minuttir vóru farnir. Nicolai Bak Johannessen javnaði fyri Hvidovre seks minuttir undan steðginum. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini legði Lirim Qamili Hvidovre á odda 2-1. Tá bert fáir minuttir vóru eftir at leika javnaði Heini Vatnsdal, tá hann fekk prikað bóltin innum málstrikuna, og harvið tryggjað Fremad Amager eitt kærkomið stig. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Hvidovre og Fremad Amager. Tað er Hvidovre Avis sum hevur lagt hæddarpunktini út á Vimeo. 

 

Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti Lyngby á leikvøllinum í Sundby í Amager. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her