Leita á in.fo

Tróndur Arge 18.06.2017 (19:10)

Video: Her vinnur NSÍ á Víkingi

13. umfar í landskappingini í fótbólti hevur verið í dag. Í Sarpugerði vann NSÍ 2-1 á Víkingi. Víkingur legði seg tíðliga í fyrra hálvleiki framum ímóti NSÍ, og Adeshina Lawal hevði møguleika at økja um leiðsluna, men hann misnýtti brotsspark, sum Símun Rógvi Hansen í NSÍ málinum bjargaði.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Eftir steðgin var tað Klæmint A. Olsen, sum við stútara javnaði. Síðstu løtuna var heimaliðið undirmannað, eftir at Andreas Lava Olsen tvær ferðir hevði sæð gult og harvið eisini reytt. Í yvirtíðini var tað Árni Frederiksberg, sum skoraði sigursmálið og lyfti NSÍ heilt fram í toppin. Tað eru bara tvey stig fram til Víking og KÍ.

 

Les eisini: Samandráttur av 13. umfari

 

Víkingur-NSÍ 1-2 (1-0)

1-0: Adeshina Lawal

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Árni Frederiksberg

 

Støðan:

Víkingur 26 stig

KÍ 26 stig

NSÍ 24 stig

Suðringar 19 stig

B36 17 stig

HB 17 stig

EB/Streymur 14 stig

Skála 13 stig

07 Vestur 11 stig

ÍF 6 stig

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her