Leita á in.fo

Heri Simonsen 14.03.2019 (21:45)

VIDEO: Jóan Símun á enskum og á týskum

"Eddy", soleiðis nevna Arminia Bielefeld fjepparar føroyska landsliðsspælaran, Jóan Símun Edmundsson.

 

Arminia Bielefeld hevur nógvar trúgvar og drúgvar fjepparar, eisini á YouTube. Nú hevur YouTube rásin hjá Arminia Bielefeld gjørt eina samrøðu við Jóan Símun Edmundsson.

 

Fyrst svarar Jóan Símun Edmundsson spurningar um stóra tapið ímóti oddaliðnum, FC Køln farna vikuskiftið, og annars spurningar um gongdina, liðið og fjeppararnar hjá Arminia Bielefeld. Tíð er eisini til ein spurning um føroyska landsliðið. Jóan Símun gleðir seg til landsliðsuppgávurnar, og ikki minst dystin ímóti Spania í juni.

 

Jóan Símun svarar eisini spurningum á týskum, og tað letur til, at hann skilur týskt væl, men enn svarar hann á enskum. Jóan Símun svarar eisini spurningum frá Arminia Bielefeld fjepparum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson. Tað sum Jóan Símun svarar á enskum verður dubbað til týskt. Týskarar hava ikki siðvenju at brúka undirtekstir eins og vit í norðurlondum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her