Leita á in.fo

André Olsen 18.04.2017 (20:38)

Video: Jóan Símun legði upp í arbeiðssigri

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbrot í bestu donsku deildini hetta kappingarárið.

 

Í kvøld skuldu hann og OB á heimavølli spæla ímóti Randers FC, í einum dysti sum frammanundan var mettur at vera sera javnur.

 

Men Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir drógu í kvøld longra stráðið. Teir vunnu dystin 1-0, eftir at teir skoraðu tíðliga í dystinum. Uppleggið til málið átti eingin annar enn Jóan Símun Edmundsson, sum Rasmus Jønsson skoraði.

 

Eftir ein hálvan tíma av dystinum, gjørdist brekkan hjá OB uppaftur brattari, tá ein leikari fekk beinleiðis reytt kort. Men hóast einum manni í undirtali í nærum ein tíma av dystinum, eydnaðist tað OB at vinna sær øll trý stigini.

 

Við sigrinum liggur OB væl fyri í sínum bólki av endaspælinum, har felagið ikki er hótt av niðurflyting.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum.

 

Støðan: 

 

1 Randers FC311128 - 3337
2 OB321030 - 3235
3 AC Horsens311130 - 4733
4 Esbjerg fB301228 - 5225