Leita á in.fo

Heri Simonsen 19.03.2017 (23:30)

Video: Jóan Símun skoraði eitt rimmar mál

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum AGF og OB, sum var spældur í Århus, har Jóan Símun Edmundsson var við á liðnum hjá OB frá dystarbyrjan.

 

OB vann 2-1. Jóan Símun legði OB á odda 1-0 í 71. minutti við einum sera vøkrum skoti frá brotsteigarmarkinum, og tað er eyka lívgandi hjá føroysku landsliðsfjepparunum at vita, at toftamaðurin er væl fyri áðrenn sera týðandi HM-undankappingardystin ímóti Andorra í Andorra La Velle komandi leygardag.

 

Frederik Tingager økti til 2-0 tveir minuttir aftaná Jóan Símun hevði lagt OB á odda. Duncan minkaði um munin til 1-2 í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Vakra málið var áttanda málið hjá Jóan Símuni Edmundssyni í superliguni hetta kappingarárið.

 

Endaliga støðan í grundspælinum í superliguni, har seks tey ovastu fara víðari til meistarabólkin, og hini spæla at sleppa undan niðurflyting: 

 

1FCK26197057:1064
2Brøndby26157452:2352
3Lyngby26116925:2339
4SønderjyskE26109730:3239
5Midtjylland26108844:2938
6Nordsjælland2698941:4135
7Randers FC26961126:3233
8AaB26961128:3833
9Silkeborg26791031:4630
10AC Horsens26781129:4529
11OB26771226:3228
12AGF26671333:4025
13Viborg26671329:4025
14Esbjerg26591228:4824